top of page

UM OKKUM

Vit keyptu okkara fyrsta bát, Scorpion í 2005. Scorpion kom við fyrsta túrið hjá MS Smyril í oktobur í 2005. í 2015 bleiv Scorpion skiftur út við Actionboat.

Vit byrjaðu fyritøkuna, tí vit vildu geva ferðafólki møguleika at síggja og njóta tað stórslignu náttúruna vestanfyri Suðuroynna.

Suðuroyggin er tann sunnasta oyggin í Føroyum. Á vestur síðuni kann ein uppliva og njóta vøkru og stórslignu náttúruna, fuglalív og møguliga síggja onkran kóp.

Hetta er ein familju fyritøka.

Vit eru at hitta á +298 213359, actionboat.fo@gmail.com ella á facebook.

Prísirnir eru 600kr fyri vaksin og 400kr fyri børn upp til 12 ára aldur. Túrurin varar 90 min.

bottom of page